Kunning til borgaran
Tórshavnar havn varðar av øllum havnum og bátaplássum í kommununi – frá Nólsoy til Hest, frá Kollafirði suður til Havnar. Bátahylar eru partur av gerandisdegnum hjá mongum borgarum. Í høvuðsstaðnum er Vágsbotnur vorðin ímyndin av sjálvum býnum. Frá Eystaruvág til Vestaruvág finnur tú alt frá vinnuøkjum til kaffistovur. Ert tú bátaeigari, kanst tú kunna teg niðanfyri um bátapláss, gjøld, umsóknir og reglugerðir annars.
Vinnan á havnini í høvuðsstaðnum fevnir um farma- og ferðafólkaflutning, útróður, fiskavirking, skipasmiðju, oljubryggju v.m. Øll havnarløg eru fyrst og fremst arbeiðspláss, og ikki er óvanligt, at nakað av gangið er. Tó skal hetta ikki órógva heimafriðin. Tí ger Tórshavnar havn ljóðmátingar regluliga, so at skipini ikki eru til ónáðir fyri borgaran. Tað kanst tú eisini lesa um niðanfyri.
