4Jan23 0161
4Jan23 0161

Allar havnirnar í kommununi

Í Tórshavnar kommunu eru 3 vinnuhavnir og 11 bátahylar

Vinnuhavnir

Tórshavn
Kollafjørður

Tórshavnar havn umsitur eisini havnarlagið í Kollafirði. Havnir eru bæði á eystur- og suðursíðuni á firðinum. Kaiin er 710 metrar long; 11,8 metrar eru niður á havbotnin og 107.000 fermetrar til farm.

Á havnarlagnum eru m.a. hesi virki:

    • Nýmótans frystihús, sum er BIP-góðkent til útflutning, við plássi fyri 7.000 tonsum.

    • Frystigoymsla til sild, makrel og aðrar uppsjóvarfiskar við plássi fyri 9.000 tonsum.

    • Saltsøla

Sí yvirlit yvir havnarlagið í Kollafirði og Oyrareingjum her.

Sund

Havnin varð upprunaliga ætlað til fiskivinnu, men verður í dag brúkt til alskyns sjóvinnuligt og annað vinnuligt virksemi.

Kaiin á Sundi er 215 metrar long, har ið onnur skipalegan er 150 metrar, og hin 65 metrar. Á kaiini eru 25.000 fermetrar av tøkum øki, sum kann verða víðkað.

SEV rekur elverkið og innflytur tungolju (HFO). Tórshavnar havn hevur eitt lítið atløgupláss til tangaskipini.

Sund er serliga væl egnað til slíkt virksemi, sum ikki hóskar seg inni í býnum. Eitt nú innflyta vit grót og sand úr Noregi og aðrastaðni í Føroyum, og hetta verður lastað á Sundi og síðan nýtt á asfaltvirkinum har.

Gamalt jarn verður eisini høgt upp á Sundi og síðan selt.

Kaiin á Sundi er vorðin væl umtókt millum eystureuropeisk skip.

Sí yvirlit yvir havnarlagið á Sundi her.

Bátahylar

Tórshavn
Kollafjørður
Signabø
Kaldbak
Kaldbaksbotnur
Hestur
Gamlarætt
Nólsoy