Hendan reglugerð er galdandi fyri allar bátaeigarar, sum hava fingið nýtslurætt til bátapláss í Tórshavnar kommunu. Tað er Tórshavnar havn, sum umsitur bátaplássini.
§ 1
Bátaeigarar hava skyldu til at fara væl um bátaplássið, økið á landi og flótibrýrnar.
Stk.2. Tað er ikki loyvt at hava amboð, fiskireiðskap ella nakað annað tilfar liggjandi á landi við bátaplássið ella á flótibrúgvunum. Allir slíkir lutir ella tilfar verður uttan ávaring fyribeint fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Stk.3. Tað er strangliga bannað at koyra garnar, høvd ella annað á sjógv innan fyri brimgarðarnar. 
Stk.4. Bátaeigararnir hava skyldu til at halda bátin lens, at binda hann soleiðis, at endarnir liggja væl og ikki slítast óneyðugt, og at hann ikki er til ampa fyri onnur ella kemur at skaða aðrar bátar ella ognir í havnini.
Stk.5. Tá siglt verður inni í havnini, skal ferðin verða so lítil sum gjørligt, soleiðis at aðrir bátar, ið sigla ella liggja bundnir, ikki skulu fáa skaða.
Stk.6. Bátaeigarar hava skyldu at akta boðini frá bátaumsjónarmanninum, eisini um hesin ynskir, at báturin verður fluttur. 
Stk.7. Fyri at forða fyri at olja fer á sjógv letur Th árliga eitt kjølsvín til hvønn bátin. Tað er skylda hjá øllum bátaeigarum, at hava hetta liggjandi í kjølinum.
Stk.8. Tað er ikki loyvt at búgva umborð á báti í bátaplássi í Tórshavnar kommunu. 
§ 2
Bátaeigarin hevur rætt til at nýta bátaplássið til bát, sum hann sjálvur eigur fjórðingspart ella meira av.
Stk.2. Bátar í bátaplássi í Tórshavnar kommunu skulu vera skrásettir í føroysku skipa- ella farskránni við havnakenningarnummari, sum hoyrir til bygdir í Tórshavnar kommunu, t.e. ávíkavist TN ella VN.
Stk.3. Th kann altíð krevja nøktandi skjalprógv fyri eigaraviðurskiftunum í bátinum.
Stk.4. Eftir umsókn og við skrivligari góðkenning frá øllum skrásettum medeigarum, kann bátaeigarin lata hjúnafelaga ella ein av lívsarvingum sínum yvirtaka nýtslurættin til bátaplássið.
Stk.5. Skrásettur medeigari, sum í minsta lagi 5 ár frammanundan hevur átt í minsta lagi fjórðingspart í báti, kann eftir umsókn og við skrivligari góðkenning frá øllum skrásettum medeigarunum í bátinum, yvirtaka nýtslurættin til bátaplássið. Medeigarin, ið yvirtekur nýslurættin, verður hereftir skrásettur sum bátaeigarin í mun til rættindi og skyldur sambært hesi reglugerð.
§ 3
Bátaeigarin tekur við plássinum í tí standi, tað er, tá hann fær tað. Um bummur/teymur ella annað er brotið/skatt, skal hann gera vart við hetta beinanvegin. Ger hann ikki tað, verður hann mettur at hava
ábyrgdina av skaðanum.
§ 4
Bátaeigarin hevur ábyrgdina av bátaplássinum og skal endurgjalda skaðar, ið koma á útbúnaðin, sum t.d. bummar, festir og á aðrar bátar uttan so, at hesir koma av illveðri ella øðrum, sum bátaeigarin ikki hevur ábyrgdina av.
Stk.2. Th skal bøta um teir skaðar, ið stava frá illveðri, vanligum sliti og elli.
§ 5
Um bátaeigarin ikki eigur bát, tá hann fær bátaplássið, skal hann ogna sær bát innan ½ ár frá tí, hann hevur fingið boð um, at hann hevur fingið bátapláss.
Stk.2. Um bátaeigarin selur bát sín, skal hann beinanvegin skrivliga boða Th frá.
Stk.3. Hevur bátaeigarin ikki, áðrenn ½ ár frá søludegnum at rokna, fingið sær annan bát, er
nýtslurætturin til bátaplássið fallin burtur, og Th letur øðrum bátaeigara tað. Bátaeigarin hevur tó loyvi at selja part í bátinum, men má sjálvur altíð eiga fjórðingspart ella meira í bátinum. Søla av parti í bátinum skal altíð fráboðast Th beinanvegin.
Stk.4. Um bátaeigari í meira enn ½ ár ikki hevur nýtt bátaplássið til egnan bát, hevur Th rætt at
uppsiga leigumálið, og lata øðrum umsøkjara bátaplássið.
Stk.5. Bátaeigari, sum ætlar at keypa størri/minni bát, skal skrivliga søkja Th um størri/minni pláss.
Umsókn um broyting av bátaplássi verður tillutað eftir aldrinum á umsóknini.
Stk.6. Mest loyvda longdarmátið á báti til bátapláss í Tórshavnar kommunu er 1200 cm. Tá longdin verður mátað, skal tað vera longsta møguliga mátið, t.v.s. at alt á bátinum telur við.
§ 6
Um bátaeigarin ikki fer at nýta plássið í 20 samanhangandi dagar ella meira, hevur hann skyldu til beinanvegin at boða Th frá.
Stk.2. Th hevur rætt til at lata onnur nýta bátaplássið, uttan at bátaeigarin fær leiguna endurgoldna fyri tað tíðarskeiðið.
§ 7
Bátaeigarin kann lata bátaplássið aftur til tann 1. í einum mánaða.
§ 8
Um Th skal brúka økið til okkurt annað, ella neyðugt verður at flyta bátaplássini av øðrum orsøkum, hevur Th rætt til at taka bátaplássið aftur við 3 mánaða ávaring.
§ 9
Leiga verður goldin samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi leigugjøldum fyri bátapláss í Tórshavnar kommunu.
§ 10
Hóast Th hevur 3 mánaða uppsagnartíð, kann Th, aftan á skrivliga ávaring, taka plássið aftur, um reglugerðin verður brotin. Brot á reglugerðina kann fevna um, men er ikki avmarkað til:
Stk.2. Um leiga ikki er goldin, eftir at leigarin hevur móttikið 3. rykkjaran, sum verður sendur sum innskrivað bræv, verður bátaplássið tikið inn og latið øðrum umsøkjara.
Stk.3. Um leigarin fremur onnur brot á reglugerðina og ikki beinanvegin heldur uppat við tí, hóast hann hevur fingið skrivliga ávaring.
Stk.4. Um leigarin ikki aktar boð frá bátaumsjónarmanninum, eisini um hesin ynskir, at báturin verður fluttur í annað pláss, støðugt ella fyri eitt stytri tíðarskeið.
§ 11
Fyri at fáa tillutað nýtslurætt til bátapláss í Tórshavnar kommunu skal bátaeigarin hava fastan bústað í Tórshavnar kommunu.
Stk.2. Um bátaeigarin flytur úr kommununi, verður bátaplássið tikið aftur uttan ávaring.
Stk.3. Skrásettir medeigarar skulu hava fastan bústað í Tórshavnar kommunu.
§ 12
Tá ið bátaplássið er latið/tikið aftur, hevur bátaeigarin skyldu til at flyta bátin beinanvegin. Verður hetta ikki gjørt, verður báturin tikin upp á land fyri bátaeigarans rokning.
§ 13
Reglugerðin kemur í gildið tann 1. mai 2023
Stk.2. Reglugerðin fyri nýtslu av bátaplássi í Tórshavnar kommunu, sum kom í gildið 1. november 2022, fer samstundis úr gildi