Allar havnirnar í kommununi
Havnin varð upprunaliga ætlað til fiskivinnu, men verður í dag brúkt til alskyns sjóvinnuligt og annað vinnuligt virksemi.
Kaiin á Sundi er 215 metrar long, har ið onnur skipalegan er 150 metrar, og hin 65 metrar. Á kaiini eru 25.000 fermetrar av tøkum øki, sum kann verða víðkað.
SEV rekur elverkið og innflytur tungolju (HFO). Tórshavnar havn hevur eitt lítið atløgupláss til tangaskipini.
Sund er serliga væl egnað til slíkt virksemi, sum ikki hóskar seg inni í býnum. Eitt nú innflyta vit grót og sand úr Noregi og aðrastaðni í Føroyum, og hetta verður lastað á Sundi og síðan nýtt á asfaltvirkinum har.