Havnarvirksemi

Vit hava sera nógv ymiskt virksemi á okkara havn. Um tú leitar eftir onkrum at lasta ella avlasta bingjur ella farmaflutning, so fæst hjálp til tað. Um tú skalt bunkra ella ynskir hjálp við fiskiídnaðinum, so eru fleiri møguleikar – fleiri møguleikar eru eisini til ferðafólkaflutning.

Veitarir

Faroe Ship bjóðar heildartænastur í flutningi og goymslu. Ein álitisspælari í inn- og útflutningi. Eisini kann Faroe Ship bjóða frystigoymslu á trimum ymiskum støðum í landinum. Manglar tær flutningstænastu og agentur? Ongin vandi, tey eru har fyri teg. Tey eru beint við Tórshavnar Havn.

Smyril Line (og systurfyritøkan Smyril Line Cargo) eru serfrøðingar í pakkaloysnum. Um tær manglar ein feriutúr til Danmark ella til Íslands, eru tey klár at hjálpa tær. Um títt vinnuliga virksemi hevur tørv á hjálp á logistikk hjálp ella flutningi, so eru tey klár at hjálpa tær. Teirra systurfyritøka, Smyril Line Cargo, tekur sær lættliga av síðstnevnda partinum. 

SSL er almenna flutningsfelagið, ið hoyrir undir Føroya Landsstýri. Høvuðsendamálið er at veita flutning til allar oyggjar við bussi ella ferju, til lokalfólkið, vitjandi ella farmaflutning. Vitja heimasíðu teirra á ssl.fo, og tú fært eina greiða tíðarætlan fyri teirra mongu ferðamøguleikar. Í samstarv við Visit Faroe Islands, hevur SSL ment eina skiljandi ferðaætlan fyri mongu ferðamøguleikunum kring oyggjarnar.

Uppskiping, avlasting v.m.

Trygga og skjóta tænastan við lasting og lossing, verður veitt av nærliggjandi veitarum í Tórshavn. Við okkara 165,000 fermetrum av goymsluplássi, hava vit góðar tænastumøguleikar til farm og bingjur. Vit hava gjørt atgongdina til størri skip betur, soleiðis at okkara kundar fáa betri tænastu.

Bunkring

Veitt av lokalu oljufeløgunum, kanst tú nú fáa bunkring meðan tit liggja við bryggju og við tangabili. Dýpdin við atløgubryggjuna er 9.3 metrar.