Nágreining
Samlaða longdin á atløgubryggjuni er oman fyri 2.000 metrar við eini dýpd á 5,0-14,8 metrar í MLWS (Mean Low Water Spring). Skip kunnu leggja at við stýri- ella bakborðssíðu. Fortoyingarbátar eru tøkir. Ferðamannaskip leggja vanliga at úti á Skansabryggjuni (A- ella C-linjuni) ella innan fyri Molan, ið fevnir um 1270 metrar av atløgubryggju til samans.
Har eru ongar avmarkingar viðvíkjandi atkomu- og fráfaringartíð. Tó royna vit at halda komur og fráferðir millum klokkan 06:00-23:00. Havnarmyndugleikar eru tøkir alt døgnið.
Um tað av einhvørjari orsøk ikki ber til at leggja at í havnini, vísa vit til Kollafjarðar havn. Atløgubryggjan í Kollafirði er 560 metrar long, og eru 260 metrar tøkir til 11,8 metra dýpd; 100 metrar til 9,3 metra dýpd; 120 metrar til 6,8 metra dýpd; og 80 metrar til 5,8 metra dýpd. Havnarmyndugleikarnir kunnu útvega flutning, um atløgubryggjan í Kollafirði verður nýtt.
MLWS-hædd er 6,4 til 14,8 metrar. Har eru ongar avmarkingar viðvíkjandi hædd (Air Draft) á skipinum. Hæddin á bryggju MW-vatni er 1,85-2,00 metrar. Munur á flóð og fjøru er +/- 0,3 metrar.
Landgongdir eru, um neyðugt, tøkar á 6 og 10 metra longd. Setið tykkum í samband við havnarskrivstovuna um hetta.
Fleiri nágreiningar eru at lesa niðanfyri.
 
 