Tænastur og veitarar

Tá ið tit leggja at í Tórshavnar havn, er ein røð av veitarum, sum standa klárir at hjálpa tykkum við øllum tí, sum tykkum tørvar – øllum frá skipaumvæling, skipselektronikki, trygdartilfari til fiskiamboð, proviant og bunkring. Veitararnir niðanfyri hava eitt breitt úrval av tænastum til maritima ídnaðin, veri tað seg handilsskip, frálandavinnu, fiski- ella ferðamannaskip og eisini stuttleikabátar. 

Elektronikur og mekanikkur

Skipasmiðjan MEST liggur á vestaru bryggju. Síðan byrjanina av farnu øld hevur MEST verið ein tryggur og álítandi veitari til fiskifinnuna. Tey kunnu hjálp við dokking, motorumvælingum, elektronikki, stálarbeiði, plastsveising og eisini yvirflatuviðgerð. Umframt hesar tænastur umboðar MEST eisini aðrar veitarar og hevur tí eitt stórt úrval av eykalutum.

Fiskireiðskapur

Vónin liggur á vestaru bryggju. Síðani 1969 hevur Vónin umvælt og bygt amboð til fiskivinnuna, og eru tey í dag vorðin førandi veitari, tá ið tað snýr seg um fiskiamboð og aliútgerð. 

Trygdar- og bjargingarútgerð

Tað eru nógvar fyritøkur, ið veita alskyns trygdar- og bjargingarútgerð. Fønix og Bátatænastan eru millum fremstu veitarar á hesum øki. 

Amboð annars

Byggibúðin Valdemar Lützen er eftirkomari hjá tí elstu fyritøkuni í landinum. Í dag er virksemið hjá Valdemar Lützen býtt í fýra partar: amboð, maskinur, lásatænasta og rustfrí heilsøla.

Heilsøla

Hava tit tørv á provianti, so bjóða heilsølurnar í Havn útkoyring. Millum heilsølurnar kunnu nevnast PM Heilsøla, Poul Hansen P/F og Landshandilin.


Sjóvinnufelagið

Umframt at vera miðdepil fyri føroyskar sjóvinnufyritøkur, skapar Sjóvinnufelagið vinnumøguleikar í Føroyum og uttanlands og tryggjar, at limir fáa bestu karmar og møguleikar í samstarvi við almennar myndugleikar.