Útleigan av lendi og hølum
Tórshavnar havn varðar av stórum lendisøkjum og hølum, ið kunnu leigast út til vinnukundar, sum onkursvegna hava samband við sjóvinnuna.
Tað kemur meira enn so fyri, at summi av hesum økjum og hølum eru tøk. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, og so upplýsa vit um pláss, treytir og møguleikar.