Ocean Explorer 05.05.26
Ocean Explorer 05.05.26

Ársins fyrsta ferðamannaskip vitjað á Havnini

Í gjár, týsdagin 05. mai, vitjaði ársins fyrsta ferðamannaskip á Havnini. Talan er um Ocean Explorer, sum verður rikið av Quark Expeditions.

Umborð vóru umleið 90 ferðandi, sum eru á ferð við hesum serliga útgjørda rannsóknarskipinum, ið er kent fyri sínar upplivingarferðir í arktiskum økjum.

Hetta er fyrstu ferð Ocean Explorer vitjar Tórshavnar havn og sum siður er, tá skip vitja á fyrsta sinni, var plattahandan umborð. Á myndini síggjast Alina Jespersen, frá Faroe Ship Agency og Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn, saman við Vitalii Nedbailov, skipara á Ocean Explorer.

Tórshavnar havn fegnast um vitjanina og ynskir bæði manning og ferðafólki góða ferð víðari.

Henda vitjanin var samstundis byrjanin uppá eitt virkið ár hjá Tórshavnar havn, innan júst hetta økið. Eftir ætlan koma 53 ferðamannaskip at vitja á Havnini í 2026, so staðfestast kann, at býurin framvegis er eitt áhugavert ferðamál í Norðuratlantshavi. Seinasta ferðamannaskipið í ár fer ætlandi av Havnini 30. september.