Ársins seinasta ferðamannaskip
Seinasta ferðamannaskipið, ið vitjar Tórshavnar havn í ár, kemur inn á Havnina mánakvøldið 28. september. M/S Spitsbergen, frá Hurtigruten, leggur at kl. 20:30 og verður liggjandi til týsdagin 29. September kl. 12:00.
Vitjanin er eitt sindur serlig. Hóast tað leingi hevur verið ætlanin, at Spitsbergen skuldi verða ársins seinasta ferðamannaskip, gjørdu ringu veðurlíkindini kring Ísland, at vitjanin varð avlýst fyri einari viku síðani. Men nú hevur skipið broytt ferðaætlanina, og tískil setur Spitsbergen punktum fyri árið – júst sum upprunaliga ætlað.
Spitsbergen er eitt sokallað rannsóknarskip (ekspeditiónsskip), sum er serliga bygt til ferðir í arktiskum økjum. Skipið er 100 metrar langt, og umborð eru 132 ferðandi. Spitsbergen hevur vitjað okkum fleiri ferðir áður, og hevur eisini bókað vitjanir komandi árini.
Skipini hjá Hurtigruten eru millum tey fyrstu ferðamannaskipini sum vitja Tórshavn á hvørjum ári, og somuleiðis seta tey ofta punktum fyri árið síðst í september.
Vit eru sera fegin um, at M/S Spitsbergen kortini valdi at leggja leiðina framvið í Føroyum, og harvið seta punktum fyri árið hjá Tórshavnar havn.
Vit ynskja gestum og manning umborð á Spitsbergen vælkomnum til Føroya og somuleiðis góða ferð víðari.