Ein hendingaríkur mánaður hjá Tórshavnar havn
August hevur verið sera hendingaríkur hjá Tórshavnar havn.
Vit hava havt vitjan av 17 ferðamannaskipum við á leið 12.000 gestum tilsamans. Við hesum 17 vitjanunum, stóð august fyri meira enn einum triðingi av teimum 50 ferðamannaskipunum, sum vitja Tórshavnar havn í ár.
Mánaðurin vísti eisini, hvussu fjølbroytt virksemið hjá Tórshavnar havn er, tá hugsað verður um ferðamannaskip. Frá Hebridean Sky við 99 ferðandi, til Norwegian Star við 2267 ferðandi.
Trý skip komu á fyrsta sinni til Havnar, og í tveimum førum varð skipað fyri plattahandan umborð. Hendan gamla siðvenjan er eitt gott høvi hjá okkum, sum havnamynduleiki, at fáa orðið á skiparan, og sleppa at fortelja eitt sindur um Havnina og Føroyar.

Bathgate, frá Seabourn Ovation, tann 19. august

frá Seadream II og Marjun Andreasardóttir frá Tórshavnar Havn
Økt tal av marglætisskipum, sum vitja
Tað, ið eyðkennir hesi skipini, er m.a. høga tænastustøðið, at tey taka færri gestir og hava eitt stórt manningatal. Gestirnir umborð á hesum skipunum ynskja ofta øðrvísi og meira forkunnugar upplivingar, og dáma væl at vitja handlar og kaféir í býnum.
Í august høvdu vit seks av hesum skipunum á vitjan. Hetta er ein bólkur av ferðamannaskipum, sum vit fegin vilja styrkja sambandið við komandi árini.
Fokus á samstarv og upplivingar
Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Tórshavnar havn er at styrkja samstarvið við reiðaríini, og fáa betri innlit í, hvat tey og teirra gestir ynskja at uppliva.
Tá Viking Mira vitjaði Tórshavn 25. august, var umboð frá Tórshavnar havn á einum FAM-túri, saman við einum av manningini. “FAM” er í hesum førinum ein stytting fyri familiarisation. Hetta heitið verður brúkt, tá fólk, ið arbeiða í ferðavinnuni, fáa høvi at uppliva eitt ferðamál sjálvi, so tey hava betri fortreytir fyri at selja ella marknaðarføra tað.
Dagurin var væleydnaður, og vóna vit, at fáa fleiri slíkar avtalur í lag komandi ár.

Seinastu skipini í ár
Hóast summarið er farið at halla, hava vit fleiri vitjanir til góðar í ár.
Í september koma eftir ætlan seks ferðamannaskip. Sunnudagin 6. september kemur Viking Mira á sína triðju vitjan í ár, meðan Spitsbergen setur punktum fyri árið tann 29. september.
