Havnin fær vitjan av tveimum ferðamannaskipum, 14. august 2026
Tíðliga fríggjamorgunin, 14. august, leggur marglætisskipið, La Lapérouse at í Havn, á síni aðru vitjan í ár, við 154 gestum.
Kl. 11:30 kemur næsta skipið, Norwegian Star, sum er størsta ferðamannaskipið, ið vitjar Havnina í ár.
Umborð á Norwegian Star eru 2.267 ferðafólk, flest amerikanarar. Skipið er 294 metrar langt, og manningin telur 900. Skipið liggur til kl. 20:30, og tí fáa tey høvið at uppliva bæði Havnina og onnur støð kring landið.
Tórshavnar havn hevur tætt samstarv við Visit Tórshavn, um at taka í móti ferðafólkunum og hjálpa teimum væl til rættis, tá størri skip liggja inni. Visit Tórshavn veitir kunningarfólk í samband við allar cruisevitjanir. Til smærru skipini er kunningardiskur opin á Farstøðini, meðan sokallaðu Ask Me-fólkini eru sjónlig úti í býnum, tá størri ferðamannaskip vitja.
Ask Me-fólkini standa klár at svara spurningum, vegleiða og geva ferðafólkunum kunning um upplivingar í Havnini. Hetta er samstundis ein liður í, at skipa ferðafólkamynstrið í býnum og tryggja, at bæði gestir og borgarar fáa eina góða uppliving.
Samstarvið millum Tórshavnar havn og Visit Tórshavn hevur eisini týdning fyri lokala handils- og vinnulívið. Við at vegleiða gestirnar og vísa teimum, hvat býurin hevur at bjóða, verður stuðlað upp undir, at cruisegestirnir fara út í býin og nýta tænasturnar, sum eru tøkar – eitt nú handlar, matstovur, kaffistovur, útferðir og aðrar upplivingar.
Afturmeldingarnar frá handilslívinum hava verið jaligar, síðani Ask Me-fólkini gjørdust ein fastur partur av móttøkuni av størri cruisevitjanum.
Agentur hjá La Lapérouse er Faroe Ship og hjá Norwegian Star er tað Tor Shipping.
Túrveitari er MB Tours.
Vit gleða okkum at bjóða La Lapérouse, Norwegian Star, manningunum og teimum mongu ferðafólkunum vælkomnum til Tórshavnar havn.