23Sep23 0489
23Sep23 0489

Tórshavnar havn við føroyskari heimasíðu – meira kunning til borgara og vinnu

Tórshavnar havn hevur nú fingið eina føroyska heimasíðu, sum fer at lætta um hjá borgarum og vinnuni í Tórshavnar kommunu – og í Føroyum yvirhøvur. Á nýggju heimasíðuni fæst kunning um ymisku havnirnar og bátaplássini í kommununi umframt allar tænastur, ið har til hoyra.

Higartil hevur heimasíðan bert verið á enskum, tí at hon áður hevur verið ætlað umheiminum – eitt nú ferðafólkaskipum. Nú er stig tikið til at røkka borgarum og vinnulívi her á landi við føroyskari heimasíðu og viðkomandi kunning.

– Virksemið hjá Tórshavnar havn er sera fjølbroytt. Føroyska síðan fer at gera tað lættari hjá fólki at finna neyðuga kunning og rættar upplýsingar, sigur Hanus Mikkelsen, stjóri á Tórshavnar havn. 

Hanus leggur afturat, at heimasíðan er liður í at geva bæði borgarum og vinnu betri innlit í alt tað, sum gongur fyri seg á havnini.

Tórshavnar havn: Ein fjølbroytt havn

Tórshavnar havn er størsta havnin í landinum, og er hon eyðsæð ein týðandi partur av føroyska undirstøðukervinum. Tórshavnar havn hýsir eitt nú ymiskum vinnufyritøkum og er sostatt við til at tryggja, at vit hava eitt effektivt flutningskervi – frá veitara til brúkara. 

Umframt farmaflutning er annað virksemi so sum ferðafólkaflutningur innan- og uttanlands; tænastur til fiski- og alivinnuna; og útleigan av lendi og bygningum.

– Tað eru mong arbeiðspláss, sum eru knýtt at havnini; og her meini eg ikki bert við tey, sum hava sín gerandisdag á sjálvum havnarlagnum: Har eru jú eisini fyritøkur inni í býnum, sum selja vørur og tænastur til skip og bátar, sum hava tørv á einhvørjum fyri at sleppa aftur í sigling sum skjótast, vísir Hanus á.

Tórshavnar havn hevur høvuðssæti niðri á Molanum á Eystaru Vág, men rekur annars allar havnirnar í Tórshavnar kommunu: í Nólsoy, Hesti, Kollafirði, á Sundi og so í høvuðsstaðnum sjálvum. 

Havnarøkini fevna sostatt um bæði størri vinnuhavnir og nógvar smærri bátahyljar, sum borgarar og vinnulív nýta til dagligt. Í alt umsitur Tórshavnar havn umleið 900 bátapláss í 11 bátahyljum kring kommununa. 

Og nú kunnu bátaeigarar altso fara og leita sær viðkomandi kunning um bátapláss so sum gjøld, bíðilistar umframt reglugerðir og vegleiðingar. 

– Vit fegnast um at fáa eina føroyska heimasíðu og vóna, at borgarar, bátaeigarar og onnur fáa gagn av henni, sigur Hanus Mikkelsen, stjóri á Tórshavnar havn, at enda.