24Juni24 B3A9027
24Juni24 B3A9027

Um Tórshavnar havn

Við sínum 400.000 fermetrum og 3.500 metrum av bryggjukanti, er Tórshavnar havn tann størsta havnin í Føroyum. Vit taka ímóti skipum og farmi og umsita øll havnarløg og bátapláss í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar havn er ein kommunal havn, har býráðið er hægsti myndugleikin. Tórshavnar havn verður fíggjarliga rikin sum ein sjálvstøðug eind, soleiðis at øll inntøka frá virkseminum í havnini fer til at útbyggja, menna og viðlíkahalda havnina.

Okkara virksemi tekur støði í tørvinum hjá bæði borgarum, reiðarum og vinnuni yvirhøvur – vit gera tað lætt hjá skipum og bátum at leggja at kai og at leggja frá landi.

Niðanfyri kanst tú lesa um søguna hjá Tórshavnar havn, finna upplýsingar um starvsfólk umframt síggja eina nágreining av sluppini Westward Ho.

Um ferðamannaskipini

Kunning um komur og fráferðir hjá ferðamannaskipum.

Sí nærri

Hanus Mikkelsen Navn: Hanus Mikkelsen Heiti: Stjóri
Telefon Nummar: +298 285 699