1913
Løgtingið viðtekur løgtingslóg nr. 127, sum gevur landinum og kommununi grønt ljós at byggja havnarlag. Landið rindar 4/5, og Tórshavnar kommuna 1/5.
1929
Havnarlagið er liðugt. Tann 1.300 metrar langa bryggjan boðar frá einum nýggjum tíðarskeiði í høvuðsstaðnum. 7.000 skip leggja at um árið við 116.000 tonsum av vørum. Tá í tíðini varð landað við spæli og berari handamegi. 
1941-1945
Bretskar herdeildir stýra havnini, meðan føroyskir myndugleikar stóðu fyri dagliga rakstrinum. Torført og vandamikið var at sigla inn í havnina, tí minur lógu á vágni.
1970'ini
Myndir frá hesum tíðarskeiði vísa eina øðrvísi havn. Stórir kranar og trukkar broyta gerandisdagin hjá mongum lossingarfólkum.
1980'ini
Føroyingar fiska sum ongantíð áður. Tórshavnar havn verður miðdepil fyri mongu ídnaðarskipini, sum eru farin at frysta fiskin umborð.
1990'ini
Bingjuskipini gerast fleiri, og Tórshavnar havn verður farmamiðdepil millum Skotland, Ísland og Danmark.
2016:
Størsta havnarútbyggingin í nýggjari tíð verður sett í verk. 
2022: 
Tórshavnar havn veksur við 96.000 fermetrum. 
Myndakort 1958 : kortal.fo
Myndakort 2009: kortal.fo
Myndakort 2025: kortal.fo